«2018»Í dag«Jul»
30 31         1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
M T M H F L S

Rørsluvika í Kollafjarðar skúla

Í samband við at 2009 er sett til at vera rørsluár, fara vit í Kollafjarðar skúla at koma við okkara íkasti til árið. Vit hava sett viku 21, sum er frá 18. til 22. mai, at vera okkara “rørsluviku”.

Fyri skúlagongdina merkir hetta, at komandi vika verður væl øðrvísi enn vanligt. Vit miða vit ímóti, at allir næmingarnir ganga ella súkkla í skúla hesa vikuna. Skúlin hevur saman við skúlastýrinum gjørt av, at skúlabussurin sleppir børnunum av við Kjalnesbúðina, so næmingarnir kunnu ganga heim í skúlan. Tá ið dagurin er liðugur, fara næmingarnir til hús sum vanligt.

Skúlin vil við hesum heita á allar bilførarar um at vera sera ansnar í ferðsluni á bygdarvegnum nevnda tíðarskeið.

Skúlin hevur gjørt eina fyribils skrá fyri rørsluvikuna og eru fleiri ymisk tiltøk á skránni, eitt nú túrar til fjals og rógving á fjørðinum. Viðmerkjast skal, at talan er um eina fyribils skrá, og at broytingar tí kunnu verða gjørdar í henni, eitt nú um veðrið ikki er til vildar. 

Sum part av rørsluvikuni, skipar skúlin mánakvøldið 25. mai  kl. 19.00 fyri fyrilestrum um rørslu og kost. Magni Mohr fer at tosa um sambandið millum rørslu og góða heilsu og Jóhanna á Tjaldrafløtti fer at tosa um týdningin av røttum kosti. Endaliga skráin fyri kvøldsetuna verður at finna her á heimasíðuni.

Skriv um rørsluvikuna liggur hjálagt her.

Við vón um góða undirtøku fyri vikuni.

Kollafjarðar skúli