«2018»Í dag«Jul»
30 31         1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
M T M H F L S

Søla av gloymdum klæðum

Vísandi til áminning fyrst í juni um at avheinta gloymd klæði, fara vit at loyva okkum at selja gloymd klæði mánadagin í skúlanum.

Pengarnir, sum koma inn, verða givnir til ein skúla í Arusha/Tansania, har fátæk og foreldraleys børn ganga. 

Skúlin er opin frá kl 7.30 til seint út á kvøldið, tí próvhandan er.
Klæðini liggja í inngongini hjá yngstu deild og ein bússa kemur at standa har, sum tit koyra pengar í, um tit ynskja at keypa okkurt.
Tað er sjálvtøka og tit áseta sjálvi prísin á klæðunum, men ynskiligt er, at minstiprísur er 20 kr fyri eitt gott plagg.

Har eru klæði til nærum øll endamál. Kavadraktir, svimjiklæði, merkiklæði, heimabundnar troyggjur og hosur, ítróttarklæði, innan- og uttandura skógvar og nógv annað.

Møguleiki er eisini at koma framvið mikumorgunin frá kl 8.00-10.00. Aftaná tað verða klæðini pakkaði niður og send til vælgerandi endamál.