«2018»Í dag«Feb»
      1 2 3 4
5 6 7 8 9 10 11
12 13 14 15 16 17 18
19 20 21 22 23 24 25
26 27 28        
M T M H F L S
Týsdagin 19. septembur frá kl. 14.00 til 17.00 hava næmingarnir møguleika at koma við síni súkklu í skúlagarðin at fáa hana kannaða/umvælda. 

Tað er kommunan, ið stendur fyri tiltakinum í samband við átakið um at Ferðast Grønt, sí tíðindaskrivið niðanfyri:


SÚKKLUVERKSTAÐUR
Sum liður i FERÐAST GRØNT átakinum bjóðar Tórshavnar kommuna ókeypis súkkluverkstað runt kommununa, sí niðanfyri.  Átakið er liður í umhvørvispolitikkinum – Grøna leiðin – at fleiri skulu nýta burðardygga ferðslu. Harumframt fáa tey fyrstu 30 á hvørjum staði eina ókeypis regnverju til skúlataskuna frá FERÐAST GRØNT.

Takið súkkluna við og fá eitt ókeypis eftirlit av súkkluni umframt góð ráð frá serkønum.