TAKK - sølan av gloymdum klæðum

Ongin fær gjørt alt - øll fáa gjørt okkurt. 

Sølan av gloymdum klæðum gav 500 kr. Pengarnir verða sendir til ein skúla í Arusha/Tansania fyri fátæk og foreldraleys børn. 
Pengarnir eru ikki oyramerktir og skúlin brúkar teir har tørvurin er størstur, men 500 kr hjá teimum er ein hálv lærara-mánaðarløn.

Leiðarin fyri skúlan takkar hjartaliga og vit siga stóra tøkk fyri, at tit tóku undir við tiltakinum.