Um áhugi er, verður skipað fyri skeiði í CD-orð 2 tímar um vikuna frá viku 2 til 10.

Málbólkur:

Allir næmingar í Kollafjarðar skúla, ið hava fingið staðfest orðblindni og annars næmingar, ið hava ilt við at lesa og skriva. Stutt sagt, øll, ið kundu fingið gleði av at læra at brúka CD-orð. Tilmelding er beinleiðis til Førleikastovuna: fh2506s4@skulin.fo .

Foreldur tilmelda barn sítt.

Hvat kanst tú brúka CD-orð til?

Við CD-orð kanst tú lesa og skriva á føroyskum, donskum og enskum.

Tað ber til at brúka CD-orð til internetið, til tekstaviðgerð, til pdf-fílur og til teldupost. CD-orð kann lesa einstøk orð, bókstavir, tekstabrot ella heilar tekstir.

Tað ber til at fáa CD-orð til at lesa upp fyri tær, tað tú skrivar, bæði orð fyri orð og heilar setningar ella tekstastykki.

Eisini ber til at skifta ímillum málini føroyskt, danskt og enskt í sama skjali.

Undirvísingin verður løgd antin týsdag fyrrapart ella mánadag 6. og 7. tíma.

Um tú velur at tilmelda barn títt, verður væntað, at barnið luttekur til alla undirvísingina.

Undirvísingin í CD-orð byrjar í viku 2 og verður væntandi til og við viku 10. Síðani verður mett um tørvin, og um neyðugt, verður hildið fram.

Næmigar, ið melda til, fáa møguleika at leggja CD-orð inn á heimateldur eisini.

Vinaliga

Fríðbjørg Hammer, orðblinda- og serlærari í Kollafjarðar skúla.