Útferð til Kirkjubøar við 3. flokki

 Útferðin í dag við 3. flokki varð øðrvísi enn ætlað, men ikki verri av teirri orsøk. 

Ætlanin var, at vit skuldi ganga niðan á Kongavarðarnar á Kirkjubøreyni og síðani suðureftir reyninum til Porkerisvatn og so eftir varðagøtuni aftur til Havnar. Veðrið skuldi verða av tí besta. 

Men tað er nokk ikki av ongum, at vit hava orðatakið: "Mangan brestur ætlan".

Mjørkin lá tungur á Kirkjubøreyni, so har var ikki annað at gera, enn at finna upp á okkurt annað.

So varð gjørt - vit gjørdu av at ganga til Kirkjubøar um Reynsmúlalág. Ein góður, lættur túrur. Men kortini eitt sindur langur. Vit steðgaðu við talarastólin og ótu matpakka. 

Tá vit vóru komin til Kirkjubøar fóru vit við bussinum til Havnar og fingu eina máltíð heima hjá Fríðbjørg.

Foreldrini fingu ein Lord(!), tá tey komu eftir sínum glaðu og troyttu børnum :) 

Hvør veit, kanska náa vit Kongavarðar ein annan dag? 

Takk fyri ein sera góðan dag.

Fríðbjørg og Marin