Veitslan í 1.,2. og 3. flokki

 Endiliga vóru myndirnar her.

Vit høvdu eina frálíka veitslu saman við teimum fittastu børnunum. Lagið var gott og maturin góður - vit takka foreldrunum fyri góða hjálp.

Tá børnini komu, fingu tey vælkomudrink, hann smakkaði sera væl. Undir borðhaldinum gandaðu Kári og Fríðbjørg - sum tey plaga og vit sungu og hugnaðu okkum.

Eftir borðhaldið kom Erla og dansaði við okkum - vit høvdu ongan hug at fara til hús. Eitt frálíkt kvøld.

Og sum Kári plagar at syngja við børnunum: "Tað er so stuttligt at ganga í skúla, tra la la la la. Tað er so stuttligt at ganga í skúla, tra la la la la...."

Heilsan Marin, Sólvá, Birgit, Kári og Fríðbjørg