Verkætlan í 5. flokki - 2017


5. flokkur hevur í ár vant sjónleikin “Eitt jólaævintýr” eftir Charles Dickens.

“Eitt jólaævintýr er ein av kendastu søgunum hjá Dickens.

 

Vit hava lisið bókina, klipt og líma, og sæð filmin sum ein liður í fyrireikingini. Páll Danielsen hevur eisini verið og gjørt smáar venjingar við okkum. Har lærdu vit millum annað at hita røddina upp og somuleiðis kroppin  – tað er umráðandi, tá man skal spæla sjónleik!  😉

Vit hava hongt plakatir upp uttanfyri fimleikahøllina, so tit kunnu lesa um leikin áðrenn sýningina.

 

Vit eru sera spent at framføra fyri tykkum 18. desember.

 

 

Blíðar heilsanir

5. flokkur