Í dag hava vit havt tiltakið "Opin skúli" í skúlanum. Hetta hevur verið eitt tiltak, sum hevur verið í mai mánaði seinastu trý árini í sambandi við, at skeiðini í handverk og list eru av. Í dag vórðu handaligu avrikini hjá næmingunum víst fram, køksholdið bakaði vafflur og hevði onkrar smakkiroyndir, tónleikaholdini framførdu tónleik, og 4. flokkur dansaði tveir dansir. Haraftur var framsýning av ymiskum, sum var gjørt í sambandi við umhvørvisvikuna, sum hevur verið hesa vikuna. Tiltakið endaði við, at farið varð upp á gólv.