Opin skúli - 2017

Í gjár 5. apríl, var afturvendandi tiltakið "Opin skúli". 
Hetta er eitt tiltak, har næmingarnir vísa tað fram, sum teir hava gjørt í handaligu og kreativu lærugreinunum. 
Eisini vóru tónleika-, sang- og dansiframførslur.
Í ár var evnisvikan, sum var um Kollafjørð, ein partur av framsýningini. Eins og undanfarin ár vóru nógv fólk til tiltakið.