Í dag hava vit havt afturvendandi tiltakið "Opin skúli" í skúlanum. Hetta er eitt tiltak, har næmingarnir sleppa at vísa tað fram, sum teir hava gjørt í handaligu og kreativu lærugreinunum. Í ár var framsýningin av handaligu avrikunum í evnings- og handarbeiðshølinum, tónleikur varð framførdur í miðhøllini, og dansur og fimleikaseriur í fimleikarhøllini. Næmingar í elstu deild bakaðu vaflu, og næmingar í miðdeildini høvdu bakað smákøkur til tiltakið. Eins og undanfarin ár vóru nógv fólk til tiltakið.