Í góðveðrinum fríggjadagin hildu vit skúlarennidagin. 1. Flokkur rann beinanvegin kl. 8.00, meðan hinir flokkarnir byrjaðu at renna kl. 10.35.

Byrjað var við upphiting, sum Erla tók sær av, og síðani varð runnið. Vit runnu eftir bygdarvegnum Norður í Sund og aftur í skúlan, og tá høvdu næmingarnir runnið 5 km. Fleiri runnu tó víðari Inn í Fjørð og aftur í skúlan, og høvdu tá runnið 10 km. Nøkur runnu enn tá 15 km., og tann, sum rann longst, rann heilar 20 km!

Tá ið renningin var liðug fingu øll frukt og vatn. Tilsamans runnu 106 næmingar og 6 lærarar og í alt runnu øll 668 kilometrar, sum svarar til umleið helvtina av teininum til DanmarkarJ