Listaleypurin á vitjan 26.10.2017

Hósdagin fingu 1. og 2. flokkur og skúlabólkurin í barnagarðinum vitjan av Listaleypinum, sum kom við einum bussi, sum var eitt sjónleikarhús!

Bussurin var prýddur við vøkrum myndum av ævintýrverum – so spennandi.

Inni í bussinum sótu vit sum í einum biografi í øðrum endanum, og í hinum endanum var ein stórur skermur og eitt borð. Har sat Chappari og fortaldi sína søgu um, tá hann var smádrongur og fór út í rúmdina at leita eftir abba sínum, sum var deyður. Hann fann abban, men á vegnum møtti hann slímutum rúmdarverum og rúmdarpiratum. Hann møtti eisini Chip, sum var ein lítil rúmdarormur, sum dugdi at tosa føroyskt. Chip hjálpti honum at finna abban og øll hini gomlu, sum búðu á planetini, har tíðin gongur ordiliga seint.

Chappari fortaldi sína søgu á donskum, men øll skiltu væl, hvat hann segði.