Í dag var seinasti skúladagur fryi summarfrítíðina. Vit høvdu felags sangløtu, har vinnararnir av rørsludagbókini vórðu funnir. Harumframt vórðu onkrar gávur latnar, og vit sungu føðingardagssangin fyri teimum, sum hava havt føðingardag síðani seinastu sangløtuna.

Skúlin ynskir øllum starvsfólkum skúlans, næmingum og foreldrum/avvarðandi eitt gott summar.