Í dag var seinasti skúladagur hjá 9. flokki (árg 2008). Flokkurin bjóðaðu lærarum, sum hava havt flokkin, til morgunmat. Síðani skipaði flokkurin fyri væleydnaðum undirhaldi í fimleikahøllini.

Dagurin endaði við grilling í skúlagarðinum. Hetta var ein góður og væl fyriskipaður dagur.

Lærarar takka næmingunum, sum nú fara úr Kollafjarðar skúla, fyri nøkur góð ár. 

Vit ynskja øllum eina góða próvtøku og alt tað besta framyvir.