1.-2.og 3. flokkur hevur verið á seturskúla í Hósvík. 

Vit fóru við bussi frá skúlanum mikumorgunin kl. 08.30. Komin norður fingu vit alt uppá pláss í bygdarhúsinum, har vit gistu. Síðan fóru vit ein túr. Vit gingu niðan á Botn, har vit ótu matpakka, spældu í ánni og hugnaðu okkum.  Veðrið varð gott og sólin kom eisini fram.

Seinnapartin fóru vit oman í ósan. Vit høvdu tveir gummibátar við okkum, so vit stuttleikaðu okkum óført. Veðrið varð betri og betri, sólin vermdi væl og tað var gott, tí karmarnir vóru nógvir, tey  flestu vóru vát inn á skinnið.

Vit spældu nógv í skúlagarðinum og á spæliplássinum í barnagarðinum. Eisini vóru nógvir fótbóltsdystir leiktir á FIFA vøllinum omanfyri skúlan, har Hósvíksbørn eisini vóru við.

Gott at røsk foreldur komu norður at gera okkum ein góðan døgurða, høvdu bakað bollar og fleiri góðar køkur sum smakkaðu óføra væl.

Um middagsleitið hósdagin vóru vit aftur í Kollafirði, væl nøgd og samd um, at vit høvdu havt ein sera góðan túr. Vit vilja fegin sleppa aftur á seturskúla næsta skúlaár.