Vit hava verið í fimleikarhøllini "Bylgjan" bæði í dag og í gjár. Vit læntu fýra venjarar frá Støkk. Teir dugdu sera væl at læra okkum ymiskan amboðsfimleik. Í gjár lærdu vit ymiskt grundleggjandi innan amboðini, og í dag lærdu vit nógv afturat. Vit hava m.a. roynt okkum í lopum, á máttu og á trampolin.