Í dag hava vit verið ein gongutúr runt um Toftavatn. Vit vitjaðu fyrst minnisvarðan yvir teir tríggjar smádreingirnar, sum druknaðu á Toftavatni. Síðan gingu vit niðaná, so vit sóu niður yvir Svangasakarð.Vit gingu so runt um vatnið. Hetta var ein vakur túrur. Vit sóu nógvan fugl og nøkur reiður. Veðrið var avbera gott, so vit settu okkum eisini niður eina løtu at njóta náttúruna og veðrið saman við einum góðum breyðbita.