Í dag var seinasti vanliga skúladagur hjá 9. flokki, so skúladagurin í dag var øðrvísi enn hann plagar at vera. Fyrst ótu næmingar í 9. flokki morgunmat saman við lærarunum í deildini. Síðani skipaði flokkurin fyri ymsikum til undirhalds í fimleikarhøllini. Sum vanligt er seinasta skúladag, endaði skúladagurin við, at øll fingu grillaðar pilsur og sunnkist.

 Vit á skúlanum ynskja næmingunum í 9. flokki alt tað besta við próvtøkunum, sum verða komandi mánaðin, og takka fyri eina góðan síðsta skúladag.