Skeið í CD-orð.

Málbólkur:  

Allir næmingar í Kollafjarðar skúla, ið hava fingið staðfest orðblindni og annars næmingar, ið hava ilt við at lesa og skriva. Stutt sagt, øll, ið kundu fingið gleði av at læra at brúka CD-orð. 

Tilmelding er beinleiðis til Førleikastovunafh2506s4@skulin.fo viðmerk CD-orð   

Foreldur tilmelda barn sítt.  

 

Hvat kanst tú brúka CD-orð til? 

Við CD-orð kanst tú lesa og skriva á føroyskum, donskum og enskum.  

Tað ber til at brúka CD-orð til internetið, til tekstaviðgerð, til pdf-fílur og til teldupost. CD-orð kann lesa einstøk orð, bókstavir, tekstabrot ella heilar tekstir. 

Tað ber til at fáa CD-orð til at lesa upp fyri tær, tað tú skrivar, bæði orð fyri orð og heilar setningar ella tekstastykki. 

Eisini ber til at skifta ímillum málini føroyskt, danskt og enskt í sama skjali.  

Undirvísingin verður løgd týsdag fyrrapart 8.15 - 9.30.  

Um tú velur at tilmelda barn títt, verður væntað, at barnið luttekur til alla undirvísingina. 

Undirvísingin í CD-orð byrjar 1. mai og verður væntandi til og við 22. mai 

Næmingar, ið melda til, fáa møguleika at leggja CD-orð inn á heimateldur eisini 

 

Vinaliga 

Fríðbjørg Hammer, orðblinda- og serlærari í Kollafjarðar skúla.