Verkætlanin við spæliliðnum varð sett í verk á heysti 2011. Endamálið er at fáa næmingar at røra seg meir og vera kropsliga virknar, dentur verður lagdur á at fáa yngru næmingarnar at spæla í skúlagarðinum í fríkorterunum, og næmingar í 7. flokki skipa fyri. Hesir hava verið á skeið at læra at sanda fyri uppgávuni.


Sjálvandi er endamálið eisini at bøta um trivnaðin. Hetta verður millum annað gjørt við aktivitetum, sum yngru næmingarnir kunnu luttaka í. Lærarar virka so sum akkersfólk og hjálpa næmingunum at skipa fyri. Tað vísir seg eisini, at spæliliðini skapa munandi meira lív í skúlagarðinum, bæði likamliga og sosialt, og átakið førir við sær betri trivnað og forðar fyri happing. Átakið er tengt at AKT og SSP.

Í Kollafjarðar skúla eru Zoe, Danjal, Annika W og Alexander á spæliliðnum, og Asbjørg hevur verið akkersfólk.

Mánadagin vóru flokkar úr øllum skúlunum í Tórshavnar Kommunu til samkomu á Reinsarínum, har tey fingu viðurkenning fyri at hava luttikið á spæliliðunum í teirra skúla. Borgarstjórin handaði viðurkenningarnar.