Tað er stuttligt at ganga í skúla

 “Tað er so stuttligt at ganga í skúla, la la la la”, plagar Kári at syngja saman við næmingunum. Myndirnar niðanfyri vísa, at tað er stuttligt at ganga í skúla, bæði fyri næmingar og lærarar.

Myndirnar vísa løtur í undirvísingini í 1. flokki:

Hvønn morgun koma næmingarnir sera spentir í skúla, tí teir aftur hava lisið eina heila bók heima saman við foreldrunum, og skulu vísa mær, hvat teir megna at lesa. Næmingarnir fáa síðani eina nýggja bók heim við at lesa. Vit síggja, hvussu væl teir duga at standa í rekkju og bíða eftir at fáa eina nýggja bók – eisini sæst, hvussu væl verður lurtað, tá lærarin tosar. Hetta er stuttligt.

Á øðrum myndum síggja vit, at næmingarnir arbeiða við ymiskum. Nøkur liggja á gólvinum og hava hendurnar undir einum gulum klæði – tað, ið er goymt, eru træbókstavir. Næmingarnir skulu føla og vita, um teir kenna stavin aftur uttan at síggja hann. Hetta er sera stuttligt og væl duga tey at føla og kenna aftur.

At spæla við S. Kanska onkur av foreldrunum kenna hetta frá teirra barndómi? Meiningin er, at senda S´ið eftir S´inum hjá onkrum øðrum og raka tað. Man skiftist um at senda til annar av pørtunum rakar. Tá man hevur rakt s´ið hjá hinum, so eigur man tað. Hetta krevur hugsavnan og man lærir eitt sindur um styrki. Stuttligt var tað í øllum førum.

Wapi. Wapi er eitt brettspæl. Tað gongur út upp á at fáa so nógv silvur sum møguligt. Øll kunnu spæla Wapi. Næmingunum dámar hetta sera væl.

Vit skulu heldur ikki gloyma, at tað eisini er stuttligt at sita og arbeiða við púra vanligum skúlabókum. Næmingunum í 1. flokki dáma sera væl at arbeiða við bókunum. Alt frá Súlubókum, lesibókum, Sóljuni og ikki minst Firvaldsbøkurnar eru spennandi og stuttligar at arbeiða við. Vit síggja hvussu hugagóð tey sita við borðini og arbeiða.

Ja ikki kann sigast annað enn: Tað er so stuttligt at ganga í skúla, la la la J

Heilsan Fríðbjørg