«2017»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S

Kollafjarðar skúlasøga

 

Fyrsta lóg um skúlaskyldu úti á bygd í Føroyum var Provosorisk Reglement for Almueskolevæsenet paa Færøerne. Hon kom í gildi ár 1845.

Men nakrar bygdir fingu lærara, áðrenn henda lóg kom. Kollafjørður var ein av teimum.

Í 1737 skrivaði Chr. Worm, biskupur, umboðandi Kristian 6. kong, bræv til fúta, próst og prestar við áheitan um at kanna møguleikarnar fyri skúlaundirvísing úti á bygd.

Prestarnir royndu tá at skipa fyri skúlaundirvísing hvør í sínum kalli og samlaðust so í Havn í juni 1737 við frágreiðing um úrslit teirra. Frágreiðingin frá Olufi Vang, presti í Norðstreymoy, vísir, at hann ætlaði at deila sítt prestakall til tríggjar lærarar soleiðis, at Kvívík, Leynar, Skælingur og Vestmanna skuldu hava 1 lærara, Tjørnuvík, Haldórsvík og Saksun 1 lærara, Hvalvík, Hósvík og Kollafjørður 1 lærara. Um Kollafjørð skrivar hann: ”Familier der sammestedes ere 7 alle af maadelig Formue. Ungdom og Børn 20. Hertil ligger Øreringe og Signebøe, som ligger inde i Bugten og paa den anden Side, hvor der ere 3 Familier, som ere af maadelig Formue. Ungdom og Børn 11. De lover og i Ligemaade at forskaffe Skoleholderen 1 Glasstue til Skolehold, naar hand kommer. Men til Skoleholder viides ingen af Landets Børn, som vil antage sig det.”

Gott og væl 100 ár eftir ta miseydnaðu royndina í Kollafirði hjá Olufi Vang, fekk bygdin sín fyrsta lærara. Hann æt Jens Joensen, var ættaður úr Gásadali og hevði verið hjá prósti til yvirhoyring og av honum góðkendur sum lærari.

Lærarin skuldi undirvísa 8 dagar í Kollafirði , 3 dagar í Hósvík og 5 dagar í Hvalvík hvørja ferð. Um børnini Inni Í Firði og á Signabø varð skrivað: ”Om Sommeren fra Maj Maaned besøger Indenfjords Børn stedse Skolen i Kollefjord, om vinteren naar Mulighed gives.” Undirvíst skuldi verða í kristni, lesing, skriving, rokning og sangi. Um varman í skúlanum stendur, ”… Husmændene skal levere 1 Kliv Tørv til Skolen, hvad ydermere gaar til ilden, erlægges af Gaardmændene.” Her verður sipað til ársforbrúkið.
Eitt ella tvey ár seinni bygdi Jens Joensen sær húsini í Skúla og fór at halda skúla inni hjá sær sjálvum. Viðurin í hesum húsum var ein stova av prestagarðinum – náðinsgarðinum - á Kjalnesi.

Men skjótt sást, at húsini – stova, roykstova og forstova – vóru alt ov lítil til skúla og íbúð, og tí leigaðu teir av nýggjum í juni 1842 stovu til skúla frá Jacob Jacobsen, bónda á Miðgerði. Sama summarið viðtóku skúlanevndin og kollfirðingar á felagsfundi at byggja nýggjan skúla og skrivað varð til amtmannin at spyrja, hvørvítt møguleiki var at fáa studning til hesa ætlan.

Henda byggiætlan doyði skjótt burtur helst av tí, at Jens Joensen segði seg úr starvinum í 1849, tí hann kundi ikki liva av lønini, sum var 52 kr um árið pluss eitt gerði.

So gingu eini 36 ár við ongum skúla í bygdini. Tað, børnini lærdu hesa tíðina, nomu tey heima hjá foreldrunum ella gingu til einhvønn góðan, ið las við teimum og lærdi tey í kristni.

Ár 1885 kom lærari aftur. Tað var Poul Næs. Við honum fekk bygdin sín fyrsta einalærara við tað, at hann bert hevði Kollafjørð sum starvsøki. Hann var lærari her til hann fekk starv suðuri í Vági 1. jan. 1890.

Bernhard Magnussen var so settur sum lærari í Kollafirði frá 1. mars 1890. Árini 1888-89 bleiv nýggjur skúli bygdur við Sjógv. Skúli við læraraíbúð, ein av tátíðar prýðiligastu bygdaskúlum, laðaður av gróti og timbur innan. Byggimeistararnir vóru Daniel Jacob Petersen av Miðgerði og Kristian á Stykkinum. Alt arbeiði var gjørt sum pliktarbeiði, bert formenninir fingu løn. Kostnaðurin, ið var umleið 4000 kr var goldin við ríkisstudninginum. Bernhard Magnussen tók skúlan í brúk í mars 1890.

Innanfjarðarmenn royndu í 1844 at fáa Jens Joensen, lærara, inn í Fjørð at halda skúla, teir skrivaðu alvarsamt bræv til skúlanevndina um hetta og sýttu at lata torv til skúlan, um lærarin ikki kom inn í Fjørð at undirvísa. Men skúlanevndin segði, at lærarin kundi ikki hava fleiri skúlar, enn hann hevði (Kollafjørð, Hósvík og Hvalvík), skuldi nakað koma burturúr undirvísingini.

Men í 1912 fingu teir sítt ynski uppfylt. Bernhard Magnussen fór inn í Fjørð at halda skúla, 1 dag aðru hvørja viku og 2 dagar aðru hvørja viku.

Ár 1930 fekk Kollafjørður ein lærara aftrat. Jacob (Hansen) Follend varð settur sum vikarur í hetta nýggja starvið og fór at undirvísa aðru hvørja viku inni í Firði og aðru hvørja viku norðuri í Sundum.

Aftan á 47 ára lærarastarv, harav tey 41 í Kollafirði, segði B. Magnussen embætið frá sær í 1931, og Poul Titus Samuelsen varð settur sum fyrstilærari her sama ár.
Í 1932 fór kommunan undir at byggja nýggjan skúla á Oyrareingjum til innanfjarðarbørnini. Hann hevð eina skúlastovu og kostaði umleið 10 túsund kr. Hans Tórgarð, arkitektur, teknaði; Peter E. Debes, Kollafirði stóð fyri stoypiarbeiðinum og N. P. Hansen, Glyvrum fyri smíðiarbeiðinum. Skúlin varð tikin í brúk í 1934 av Jacob Follend. – Vit síggja av hesum, at frá 1930 eru 2 lærarar og 3 skúlar í Kollafirði. Fyrstilærarin undirvísti í Sjóvar skúla burturav, meðan annarlærarin undirvísti inni í Firði og norðuri í Sundum.
Jacob Follend fór hiðani í 1937, og N. P. Djurholm kom í hansara stað í sept. sama ár.
Skúlin norðuri í Sundum varð niðurlagdur 16. okt. 1943 orsakað av, at eigarin av stovuni segði leigusáttmálan upp, og sundabørn komu so aftur í Sjóvar skúla, hóast foreldrini norðan fyri tangan høvdu dámað betur, at skúlin varð verandi har norðuri. Hetta ynski teirra vístu tey við at halda børnini frá skúlagongd árið út. Tá hetta onki hjálpti, sendu tey børnini aftur í skúla í jan. 1944.

Helvtin av læraraíbúðini í Sjóvar skúla varð umbygd til skúlastovu, so annarlærarin fór tá at undirvísa aðru hvørja viku í Oyrareingja skúla og aðru hvørja viku í Sjóvar skúla, Hetta, at taka helvtina av læraraíbúðini til skúlastovu, bar til, tí fyrstilærarin var fluttur í egin hús.
Næmingatalið í Sjóvar skúla um hetta mundið var 53, tey vóru deild í 4 flokkar við 1½ lærara.

Poul Titus Samuelsen, fyrstilærari, gjørdist sjúkur og andaðist 1949, mitt í lærarastarvi sínum. Sama árið varð so Niels Pauli Djurholm settur sum fyrstilærari og Ásmundur Olsen sum annarlærari. Á. Olsen var her til summarfrítíðina 1954, tá hann fekk lærarastarv niðri á Bogø.

Í 1947 avgjørdi sóknarstýrið at byggja nýggjan skúla. Ætlanin var at útbyggja skúlan við Sjógv, og N. P. Hansen, byggimeistari á Glyvrum varð biðin at tekna skitsuprosjekt og gera eina prísætlan. Men N. P. Hansen kom til tað úrslit, at bíligari varð at byggja nýggjan sjálvstøðugan skúla.

Í 1950 keypti kommunan eini gomul sethús til læraraíbúð fyri 20 túsund kr og fekk 8000 kr í ríkis- og løgtingsstudningi, so veruligi gjaldsprísur kommununar var 12000 kr. Í 1976 seldi hon tey fyri 100 túsund krónur til N. P. Djurholm.

Aftan á ymiskar royndir keypti kommunan so í 1951 eitt grundstykki, 2500 m2 stórt av Innibøi frá Tinggarðsbóndanum, og N. P. Hansen varð biðin at gera eitt skitsuprosjekt við 4 skúlastovum og fimleikahøll. Hetta gjørdi hann og metti kostnaðin til 4-500 túsund kr. Umsókn um studning var áður send løgtinginum, sum hevði játtað studning til nýggjan skúla, men landsstýrið skrivaði til kommununa í 1951, at vegna vánaligar tíðir, mátti tann játtaði løgtingsstudningurin til skúlabygging haldast aftur fyribils.

Steðgur kom í byggiætlanina í fleiri ár, og sum eina fyribilsloysn lat sóknarstýrið skúlan við Sjógv umvæla soleiðis, at øll læraraíbúðin varð tikin upp í fremru stovuna, so har vóru 2 stovur við gongd og duri, og onnur stovan fekk nýtt innbúgv. Umvælingin kostaði kommununi einar 15000 kr.

Henda skúlaskipanin helt so fram, til Kollafjørður fekk sín 3. lærara í 1958, Lillian (Samuelsen) Hansen. Frá tá av vóru 2 lærarar við Sjógv og ein á Oyrareingjum. Fyrstilærarin var í Sjóvar skúla, hinir báðir undirvístu eina tíð í báðum skúlunum, Oyrareingja skúli var sambært skriv frá Føroya skúlastjórn dagfest 3. okt. 1953 at rokna sum anneksskúli hjá Kollafjarðar skúla.

Í 1955 varð Johan Ellendersen settur í starvið, Ásmundur Olsen hevði havt, men longu árið eftir flutti hann til Fuglafjarðar, og Hjørmund Magnussen varð settur í starvið her í 1956. – Frá hesum tíðarskeiði hava fleiri havt lærara- og vikarstarv her.

Hóast Kollafjørður frá 1958 hevði 3 lærarar, fingu børnini ikki tað tímatalið, galdandi reglur tá kravdu. Tey fingu umleið 5100 tímar øll 7 árini, meðan væl útbygdir skúlar góvu næmingunum yvir 7000 tímar.

Í 1960 hevði sóknarstýrið aftur skúlabygging á arbeiðsskránni, tað ætlaði at byrja við fimleikahøllini; men hesaferð kom eisini steðgur í. Men so í 1962 kom nýggj hugsan fram. Sóknarstýrið viðtók at fara undir at byggja nýggjan felagsskúla fyri Kollafjørð, t.v.s. at Oyrareingja skúli skuldi verða niðurlagdur.

N. P. Hansen gjørdi eitt skitsuprojekt, og Landsbyggifelagið gjørdi detailprojektið. Keypt varð aftrat grundøkinum 2 ferðir, fyrru ferð í 1962 umleið 4000 m2 og í 1964 o. u. 2968 m2 til svimjihyl, so samlaða skúlaøkið við parkeringsplássi og vegi nú skuldi verið 8578 m2. Projektið varð teknað til tvey byggistig, og studningur varð játtaður til 1. byggistigið.

Men steðgur kom so eina ferð aftrat í byggiætlanina, hesaferð tí ein adressa kom til sóknarstýrið, hvarið biðið varð um at byggja svimjihyl í 1. byggistigi ístaðin fyri fimleikahøll. Sóknarstýrið, sum vildi kanna málið, bað Landsbyggifelagið gera skitsjuprojekt og prísætlan til ein svimjihyl. Felagið gjørdi hetta og metti prísin til 750 túsund kr. – Sóknarstýrið, sum helt, at kommunan kundi ikki byggja alt samstundis – fimleikahøll skuldi eftir galdandi reglum byggjast – viðtók at steðga við svimjihyli og bað Landsbyggifelagið útbjóða alment uppstoyping og inniloking av báðum byggistigunum. Felagið so gjørdi, tilboð komu inn, og Sverri Biskopstøð fekk arbeiðið.

Men Føroya skúlastjórn gjørdi nú vart við, at studningur bleiv bert latin til 1. byggistig, og at kommunan helst ongan studning fekk, um hon innilokaði bæði byggistigini. Hesi boð tók sóknarstýrið til eftirtektar og slepti ætlanini, sum longu varð farin í gongd, hóast prískostnaðurin lækkaði einans 150842 kr, frá 1409636 kr til 1258794 kr.

Í hesum 1. byggistigi var fimleikahøll, 4 stovur, læknastova, bókastova, matarhøll, lærarastova o. a. Gólvvíddin á hesum 1. byggistigi er 497 m2 í tveimum hæddum, t.v.s. 994 m2 pluss fimleikahøllin, hvørs gólvvídd er 200 m2.

Samlaður byggikostnaður við innbúgvi var umleið 2.530.770 kr. Goldið varð við studningi, eginpeningi og einum láni upp á stívar 300 túsund kr.

Skúlin varð tikin í brúk 2. nov. 1970. At koma í henda stásiliga skúla var ein stór broytan bæði hjá børnum og lærarum. Byrjað var við 4 lærarum. Barnatalið var 92, deild í 5 flokkar. Lærararnir vóru: N. P. Djurholm, Tummas Debess, Øssur av Steinum og Bjørg Magnussen.

Skúlin varð vígdur 6. des. 1970 av varabispi J. Joensen.

Skúlalæknin byrjaði at arbeiða í Kollafirði í 1962 og skúlatannlæknin í 1974. Bókasavnsútlánið varð sett í verk í 1972, og Janus Johnsen var fyrsti bókavørður. Hann sat har til summarferiuna 1976, tá Jóna Johannesen varð sett í starvið. Fyrsti skúlatænari í Kollafjarðar skúla var Jens Siggert Olsen. Hann fór úr hesum starvi í 1977, og Eyðálvur Johannesen tók við eftir hann.

Skúlakoyringin: Tá skúlin á Oyrareingjum varð niðurlagdur, og børnini haðani komu í Kollafjarðar skúla, varð skúlakoyring sett í gongd við innanfjarðar- og signabøarbørnum. Foreldrini í Sundunum kravdu so eisini skúlakoyring, men skúlamynduleikarnir vildu ikki ganga hesi áheitan á møti, tí tey búðu innanfyri teir í skúlalógini nevndu 2½ km frá skúlanum. Hetta førdi við sær, at foreldrini í Sundunum sendu ikki børnini í skúla sum mótmæli móti sýtanini. Hetta mótmælið helt áfram árið út. Eftir boðum frá Føroya skúlastjórn komu tey so aftur í skúla aftan á jólaferiuna.

Skúlin við Sjógv var nýttur til ráðhús kommununar, síðani læknaviðtaluhøli og er nú latin Kollafjarðar bygdarsavni. Oyrareingja skúli varð í 1972 seldur til KÌF fyri 13500 kr.

Á hesum støði  fór skúlans arbeiði fram í sjútiárunum. Men undirvísingarliga sást skjótt, at skuldi skúlin lúka krøvum tíðarinnar, eitt nú í smíð, evning, skúlakøki o.ø. mátti útbyggingin halda áfram. Bygdin vaks, og barnatalið øktist so mikið, at til árið 73/74 fekk skúlin 1 flokk og 1 lærara aftrat. Nú vóru 6 flokkar og 5 lærarar. Við hesum veruleika sum grundarlag viðtók bygdaráðið í 1978 at byggja aftrat skúlanum. Landsbyggifelagið varð biðið at gera skitsuprojekt, og tá henda byggiætlan var góðkend, setti bygdaráðið arbeiðið í gongd upp á rokning. Grundarialið í aftratbyggjanini er 263 m2 í 2 hæddum, so samlaða gólvvíddin er 526 m2. Har er 1 vanlig skúlastova, skúlakøkur, seymistova (verður eisini brúkt sum vanlig stova), 1 stova til serundirvísing, tannlæknastova og læknastova. Hesin partur varð tikin í brúk skúlaárið 80/81, hóast ikki allar stovurnar vóru lidnar tá. Samstundis fingu vit 1 flokk og 2 lærarar aftrat, t.v.s. 7 flokkaðan skúla við 7 lærarum. Henda aftratbyggingin kostaði o.u. 5 mill. kr við uttanduraarbeiðinum.

Eftir 46 ára lærarastarv, harav tey 44 í Kollafirði, segð N. P. Djurholm starvið frá sær í 1981, og Hanus Joensen varð settur sum fyrstilærari.

Kollafjarðar kommuna var við í Felagsskúlanum á Oyrarbakka, sum var tikin í brúk í 1973. Eina tíð koyrdu skúlabørnini norð á Oyrarbakka til svimjing, men hetta gjørdist ov dýrt og ólagaligt. Áðrenn Felagsskúlin á Oyrarbakka var tikin í nýtslu fóru børnini hiðani í realskúlan í Hoydølum og nøkur gingu í aðrar realskúlar.

Í 1984/85 var nýggj svimjihøll bygd framman fyri skúlan. Palli Gregoriusen arkitektur teknaði. Høllin var tikin í nýtslu í desembur 1985 og hevur verið brúkt til skúlasvimjing og almenna svimjing øll árini. Í 2008 varð farið undir høvuðsumvæling av høllini.

Hesi hava verið lærarar – og nøkur eru framvegis – í Kollafjarðar skúla. Vikararnir eru ikki tiknir við. Heldur ikki lærarar, ið havar verið styttri enn 1 skúlaár.:

1839 – 1849 Jens Joensen
1850 – 1884 ongin lærari
1885 – 1889 Poul Næs
1890 – 1931 Bernhard Magnussen
1930 – 1937 Jacob (Hansen) Follend
1931 – 1949 Poul T. Samuelsen
1937 – 1981 Niels Pauli Djurholm – frá 1949 fyrstilærari
1950 – 1954 Ásmundur Olsen
1955 – 1956 Johan Ellendersen
1956 – 1962 Hjørmund Magnussen
1959 – 1963 Lillian (Samuelsen) Hansen
1962 – 1999 Tummas Debess
1964 – 1965 Per Sloth Nielsen
1966 – 1980 Øssur av Steinum
1970 – 1971 Bjørg (Magnussen) Fjalsbak
1974 – 1980 Karin (Petersen) Meienburg
1978 –          Trygvi Samuelsen
1980 –          Karin Hammer – frá 1. apríl 1997 fyrstilærari – frá 1.august 2007 skúlastjóri
1980 – 1985 Árni Traber
1981 –          Marin Joensen
1981 – 1997 Hanus Joensen – fyrstilærari øll árini
1981 – 1982 Christian Poulsen
1981 – 1982 Marius Kjærbæk
1983 – 1984 Arnbjørn Sivertsen
1983 – 1985 Henry Mellemgaard
1984 – 1985 Gulak Zachariassen
1985 – 2000 Petur Ove Petersen
1985 – 1986 Petur Mohr Reinert
1985 – 1986 Kirstin Simonsen
1986 – 1988 Fríðhild Petersen
1987 – 1988 Ole Jacob Jacobsen
1987 – 1994 Kristian Lamhauge
1988 –          Jákup Dam
1989 –          Gunnvá Dam
1991 – 1995 Thordis Dahl Hansen
1992 –          Kári Durhuus
1995 – 1997 Åge Nybo
1997 – 1998 Johanna Paula Samuelsen
1997 –          Asbjørg L. Jacobsen
1999 –          Birgit R. Hansen
1999 –          Jeanette Poulsen
2000 – 2001 Anna Petersen
2002 – 2009 Karina Toftegaard
2003 – 2004 Eyðfinn Reinert
2003 –          Sólvá Vang
2005 –          Páll Mortensen
2005 –          Fríðbjørg Hammer
2005 –          Jón Højsted – frá august 2007 varaskúlastjóri
2004/05 og 2006 –  Anna Rúna Jakobsen
2007 –          Hallbjørg Fríálvsdóttir
2008 –          Jóna Birgit Nattestad Olsen
2009 –          Jan-Terjé Simonsen

Læraratalið í Kollafirði síðan skúlin byrjaði í 1839.
1839 – 1849    1 lærari til bygdirnar Kollafjørð, Hósvík og Hvalvík
1849 – 1884    ongin lærari
1885 – 1930    1 lærari. 1 skúli, men frá 1912 2 skúlar
1930 – 1958    2 lærarar og 3 skúlar. Frá nov. 1943 eru 2 skúlar
1958 – 1970    3 lærarar og 2 skúlar
1970 – 1973    4 lærarar 1 skúli
1973 – 1980    5 lærarar    -
1980 – 1981    7 lærarar    -
1981 – 1982    8 lærarar    -
..
..
skúlaárið 2008/09 eru 16 lærarar
skúlaárið 2009/10 eru 17 lærarar

 

Skúlaundirvísingin er farin fram á hesum støðum:
1839 – 1840 stovað leigað frá Poul Pedersen á Todnesi
1841 – 1842 stovan í lærarahúsunum ínni í Skúla
1843 – 1849 stovað leigað frá Jacob Jacobsen, bónda á Miðgerði
1850 – 1884 ongin skúli
1885 – 1889 stovað leigað frá Berent Johannesen, bónda á Todnesi
1890    nýggjur skúli við Sjógv, hann varð brúktur sum skúli til og við okt. 1970.
1912    skúlaundirvísingin skipað inni í Firði í leigaðum stovum til og við 1933 frá hesum monnum:
            Martinus Petersen, Niclas Niclasen, Johan Johansen og Thomas Poulsen e..
1934    varð nýggjur skúli á Oyrareingjum tikin í brúk
1930    fekk Kollafjørður 1 lærara aftrat, og undirvísingin skipað norðuri í Sundum,
            stova leigað frá Joen Jacob Joensen.
            Hesin skúlin varð niðurlagdur í 1943. 
            Tíðarskeiðið 1930 – 1943 vóru 3 skúlar í Kollafirði: Við Sjógv, Oyrareingjum og Sundunum.
            Frá okt. 1943 til og við okt. 1970 vóru 2 skúlar – við Sjógv og á Oyrareingjum.
1970    2. nov. varð Kollafjarðar skúli tikin í brúk og gomlu skúlarnir niðurlagdir sum skúlar.
1980    Skúlin er útbygdur og á fyrsta sinni er Kollafjarðar skúli ein 7-flokkaður skúli
            við ongum samanløgdum árgangum.
            Aftrat komu nakrar serstovur: skúlakøkur, smíðstova, handarbeiðsstova,
            ið eisini var floksstova, stova til serundirvísing og ein vanlig skúlastova.
            Kommunulæknin hevur eisini fingið nýggj høli.
1984    Svimjihøll, ið umframt almenna svimjing, eisini verður nýtt í undirvísing skúlans
2005    Í august hava vit á fyrsta sinni 8. flokk.
            Eftir at hava hildið skúla í Bygdarhúsinum, Skótahúsinum, Royndarstøðini
            og skúlanum í Norðradali fluttu vit fyrst í desembur inn í ein um- og útbygdan skúla.
            – Hølini, ið komu aftrat: 3 floksstovur, høli til evning, handarbeiði og alisfrøði,
            bókasavn við telduøki og arbeiðsrúm til lærarar skúlans.
            – Kommunulæknin er nú fluttur út úr skúlanum.
            Skúlin hevur eisini atgongd til nýggja ítróttarhøll, ið er bygd beint oman fyri skúlan.
2006    Nú hava vit eisini 9. flokk
2007    20. januar verður skúlin alment tikin nýtslu.
            Í juni fær fyrsti 9. flokkur í Kollafjarðar skúla fráfaringarprógv.
2009    Á grækarismessu: Heimasíða skúlans verður almenn.