Aftur í ár fer skúlin at hava tiltakið "Opin skúli".

Tiltakið verður mikudagin 11. apríl frá kl. 15.30 til 17.00. 

Í samband við at seinasta skeiðið í lærugreinini Handverk og List er av, fara vit at vísa næmingaavrik og hava framførslur í skúlanum.

Í ár er tiltakið víðkað við myndaframsýning, sum næmingar í 7. flokki hava gjørt í samband við skeið í myndagerð, ið flokkurin hevur verið á í vetur.

Skráin fyri dagin sær soleiðis út:

Skrá:           

kl. 15.30 - 17.00:           Næmingaavrik frá H&L og myndir hjá hádeildini verða víst fram.

                                 

kl. 15.30 og kl. 16.30:    Tónleikaframførslur.


Drekkamuður verður at fáa


Tiltakið er alment, og øll eru hjartaliga vælkomin!