Í dag hava vit havt tunnusláing.

Í morgun møttu fleiri næmingar í skúla í grýluklæðum. Stuttligt var at síggja, hvussu væl okkara næmingar duga at finna uppá. Hugflog og orka varð løgd í búnarnar. 

Klokkan 10 byrjaðu vit við at fara upp á gólv í miðhøllini. Dansurin gekk væl. Vit høvdu vitjan av fólki, sum vóru komin at kvøða saman við okkum. Karstin Dánjalson í Húsinum skipaði Veðratáttin og Sigmunds kvæði. Vit dansaðu niðan í ítróttarhøllina, har tunnurnar hingu og bíðaðu eftir okkum, tvær tunnur til hvørja deild. 

Grýlurnar, sum vunnu heiðurin sum ársins grýla, vóru Ása í 2. flokki, Poul í 5. flokki og Bárður í 7. flokki

Kattakongarnir vóru: Fríði í 2. flokki, Mikkjal í 3. flokki, Tórur í 5. flokki, Rebekka í 6. flokki, Alexander í 9. flokki og Richard í 9. flokki.

Øll fingu føstulávintsbollar og kakao.

Til seinaast var togtogan á skránni.

Hetta var ein góður dagur við glaðum børnum.