Í dag hava miðdeildin og yngsta deild arbeitt við ruskinum, sum tey funnu rundan um skúlan, ítróttarhøllina og fótbóltsvøllin í gjár.

Tey skiltu ruskið sundur í rúgvur alt eftir, hvussu leingi sundurskiljingin av tí tekur, um tað sleppur at liggja í náttúruni og rekast.

Vit hava tosað um, hvørjir sundurskiljarar eru í náttúruni: maðkar, klukkur, sniglar, soppur, bakteriur o.a.

Aftaná sluppu tey at gera listarverk burtur úr ruskinum, og tað var stuttligt at síggja, hvussu gott hugflog okkara børn hava!

Myndirnar tala fyri seg.