Í dag hevur allur skúlin verið útferð í Kalsoynni. Veðrið var av tí allafagrasta, hóast eitt sindur kalt, tá vit komu út í oynna. Vit fóru úr Kollafirði við trimum bussum kl 8.30 og við Sam til Syðradals kl. 10. Vit høvdu ein buss og ein bil við yvirum. Næmingarnir frá 1. - 5. flokk fóru fyrst til Mikladals, meðan næminga í 6. - 9. flokki bíðaðu á Syðradali. Vit vitjaðu minnisvarðan á Syðradali, har Poulina greiddi frá. Tá ið vit høvdu verið har eina góða løtu, byrjaðu vit at ganga ímóti bussinum. Tað var kalt, so tað var gott at koma upp í bussin. Kl 11.30 vóru øll 110 fólkini komin til MIkladals.Áðrenn vit fóru at hyggja okkum um í bygdini, ótu vit matpakka í avhaldshúsinum.