Tá ið vit høvdu fingið okkum ein bita at eta í avhaldshúsinum, fóru vit at hyggja okkum um í bygdini. Nú var veðrið vorðið heilt gott, og sólin skein bæði oman og niðan. Vit gingu runt í bygdini, nøkur spældu í ánni og í bønum, nøkur fóru á fótbóltsvøllin at sparka fótbólt, onkur spældi flogbólt og nokk so nógv leitaðu sær niðan í viðalundina. Fleiri av lærarunum vóru í gomlu smiðjuni, sum er mitt í bygdini.Vit høvdu avtalað, at øll vóru við avhaldshúsið aftur kl. 12.45, so vit saman kundu fara at vitja kópakonuna.