Ein av orsøkunum til, at vit í ár júst hava valt at fara útferð til Kalsoynna, er, at vit fegil vilja sleppa at síggja standmyndina av kópakonuni. Hetta sluppu vit eisini, og sigast má, at øll vóru hugtikin av vøkru standmyndini. Umframt tað, var náttúran eisini so sera vøkur. Áðrenn vit fóru niðan aftur í bygdina, tóku vit eina felags mynd. Komin niðan aftur, kvóðu vit kópakvæði. Sum heild var hetta ein sera góð og væleydnað útferð.

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=rEOUdTKK78s]
Vit kvøða Kópakvæðið