«2018»Í dag«Jun»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30  
M T M H F L S

Útferð til Saksunar

Týsdagin 29. mai fara allir næmingar í Kollafjarðar skúla útferð til Saksunar.

Hetta er ein túrur, sum vit hava gjørt nakrar ferðir fyrr.

Lágdeildin:

fer við bussi úr Kollafirði til Saksunar og aftur við bussi til Kollafjarðar.

Miðdeildin og 7. og 8. flokkur:

Teir næmingar, sum vilja súkkla úr Hvalvík til Saksunar og aftur til Hvalvíkar, skulu koyra sína súkklu norður í garasjuna hjá Hallbjørg Fríálvsdóttur á Gerðisvegi 9 í Hvalvík í kvøld.

Tey, sum ikki súkkla, fara við bussi.

Vit ganga út á Lónna í Saksun og spæla, vassa og hugna okkum har.

Latið tykkum í hóskandi klæði til at súkkla í og at vassa í á sandinum í Saksun. Havið møgulig skiftiklæði og handklæði við. Minnist til matpakka og okkurt drekkandi.

Tey, sum hava brúk fyri hjálp til at fáa súkkluna til Hvalvíkar, kunnu ringja til Onnu Rúnu Jakobsen tlf 221407.