Mánadagin 31. aug. frá kl. 8 - 14 var val á bókasavninum. Børnini í Barnagarðinum við Botnánna og 1. – 6. flokkur høvdu fingið valkort vikuna frammanundan, tá plakatir eisini vóru hongdar upp, so børnini vistu, hvønn boðskap tey ymsu valevnini høvdu.

Stuttligt at síggja, hvussu góð uppmøtingin var. Vallutøkan var 94,4%!

Uppteljingin vísti, at Herviligi Henry hevði fingið flestar atkvøður, men Stóra og Lítla Skrímsl og Pippi fingu eisini nokk so nógvar atkvøður.

Spennandi verður at síggja, hvat úrslit tey koma til, tá tey fara at samráðast.....