Týskvøldið 22. septembur hevði miðdeildin – tvs 4., 5. og 6. flokkur – eina veitslu, sum var liður í samansjóðingini av flokkunum.

Vit byrjaðu kl 17.30 við einum vælsmakkandi døgurða: Grýturættur við pastaskrúvum, grønmeti og flutes afturvið. Tá ið øll høvdu etið, fortaldi Jón teimum nakrar skemtisøgur úr gomlum Barnabløðum. Síðani sluppu tey at spæla eina løtu og dansa eitt sindur eisini. Serliga spennandi var limbokappingin. Hana vann Ronja Bernhild úr 5. flokki.

Áðrenn tey fóru til hús, fingu tey omaná: Vaniljuís við rutubilum og eitt glas við bommum og muffins í.

Eitt stak hugnaligt kvøld, sum vit meta saktans kann takast uppaftur. Kl. 20 fóru børn og lærarar øll glað og væl nøgd til hús.