Verkstaðarundirvísing í 1. og 2. flokki

Í fýra vikur hava næmingar í 1. og 2. flokki arbeitt í verkstøðum hvønn hósdag. Verkstøðini hava verið 8 í tali og allir næmingarnir hava verið runt í øllum verkstøðum. Verkstøðini hava verið javnt deilt millum føroyskt og støddfrøði.

Í føroyskum hava tey brúkt stavikistil, har tey skuldu renna út í gongina eftir orðum. Tey hava spælt stavikríggj, ringla søgur og spælt vendispøl.

Í støddfrøði hava tey spælt handil, matador og sequence, har man antin leggur saman ella dregur frá. Tey hava eisini sett roknistykkir uppá veggin í gongini.