Mikudagin 1. mars var 6. flokkur á vitjan á Tekniska skúla frá kl. 8 til 13.40. Laila av Reyni, sum undirvísir á skúlanum, hevði boðið gentunum suður á Klædnadeildina at vitja og at royna seymimaskinurnar at seyma sær okkurt lítið ting at taka við sær til hús.

Eftir at Laila og Súsanna av Teigum høvdu greitt teimum frá um toy, málibond, saksar, strúkijarn og seymimaskinurnar, og hvat tær skuldu gera, fóru tær í gongd. Tær fingu hvør sína maskinu, og tá tær høvdu lært at seyma fram og bakka, hefta enda osfr., fóru tær í holt við at seyma sær hvør sína uglutasku at hava telefonina í. Tær arbeiddu sera hugagóðar og fingu taskurnar lidnar, áðrenn tíðin var úti, og so sluppu tær at gera okkurt, sum tær sjálvar funnu uppá. Tað var stuttligt at síggja, hvussu spentar tær vóru at royna seg, og allar fingu okkurt burturúr.

Dreingirnir byrjaðu dagin á Mest, har teir vórðu vístir runt og sóu, hvat verður gjørt á einum so stórum arbeiðsplássi. M.a. vóru teir umborð á eini tvíkilju, ið varð næstan liðug og skuldi latast Bakkafrost um fáar dagar.

Kl. 10 komu teir niðan á Tekniska skúla, har teir fylgdu undirvísingini á El-deildini eina løtu. Síðan fóru teir á Timburdeildina, har teir fingu eina rundvísing áðrenn matarsteðgin, sum var í kantinuni á skúlanum.

Aftan á matarsteðgin hjálptu Benny ? og Grettir Djurhuus teimum at gera sær hvør sítt leika úr einum trækubba. Teir vóru hugagóðir og pussaðu bæði við maskinu og sandpappíri. Tá teir vóru lidnir fóru teir víðari til Maskindeildina at síggja, hvussu arbeiðið har gekk fyri seg. Ta seinastu løtuna komu teir oman á Klædnadeildina at síggja, hvat genturnar gjørdu, og so fingu vit eina felags mynd av glaðum børnum og lærarum.

Hetta var ein sera væleydnaður dagur, og vit vilja fegin takka Lailu av Reyni, Súsonnu av Teigum, Benny Nielsen, Grettir Djurhuus, Mouritz Mohr og Jens Hansen fyri at taka so væl ímóti okkum. Kanska fer hesin dagurin at hava sína ávirkan, tá børnini skulu velja skúla aftan á 9. flokk.