Næmingarnir í yngstu deild vóru í morgun á konsert hjá Føroya symfoniorkestri í Norðurlandahúsinum. Konsertin byrjaði longu kl. 8.00, so neyðugt var at fara tíðliga upp. Áðrenn sjálva konsertina var morgunfimleikur fyri øll. Umframt symfoniorkestrið vóru Sigurd Barett, sum er kendur frá donskum barnasjónvarpi og klovnurin Bobo eisini við. Børnini lærdu, hvussu øll ljóðførini itu, og tey sluppu bæði at klappa og syngja við, tá ið orkestrið spældi.