11.06.2018

6. flokkur á seturskúla í Mikladali

13-15 juni var 6. flokkur á seturskúla í Mikladali

Vit gistu í húsinum hjá Mikladals avhaldsfelag, sum er eitt sera gott hús við øllum hentleikum. Vit vistu áðrenn við fóru, at veðrið ikki fór at verða av tí allar besta, men vit avgjørdu at fara. 
Tá ið vit komu til Mikladals fóru fleiri beinanvegin niðan á fótbóltsvøllin, og nøkur oman til kópakonuna, men tann løtan var sera stutt tí tað regnaði so illa. 
Tá ið nú ikki var útfarandi, hugnaðu vit  okkum inn við fleiri borðspølum og kortspølum. Eina løtu hósdagin var møguleiki at fara ein túr, og sjálvandi valdu vit at ganga oman til vælumtóktu kópakonuna. Meðan vit vóru har niðri, fingu vit vitjan av Dan pápa Leu, ið var arbeiðsørindi á oynni. 
Seinni um kvøldi riggaðu vit okkum ein heimabiograf til. Vit hugnaðu okkum við chipsi, gularótastavum, dippi og bommum.  
Túrurin var sera góður, sjálvt um veðrið var sum tað var.  
Myndirnar tala fyri seg