11.09.2018

6. flokkur við Westward Ho

6. flokkur hevur verið við Westward Ho. Vit fiskaðu á miðum, sum manningin á sluppini kendi. Veðrið var gott, tað rullaði eitt sindur, men tað bilaði ikki. Fleiri foreldur vóru við, og vit fingu eisini pannukøkur, sum ein omma hevði bakað. Vit fingu fleiri stórar toskar og onnur fiskasløg. Vit fara at bjóða okkara foreldrum til eitt hugnakvøld, har vit fara at eta tann fiskin, sum vit hava fiskað.