13.09.2018

Spæliliðið á skeið

Týsdagin 11. sept var spæliliðið á skeiði í Dansifrøði saman við øðrum spæliliðum kring landið. 

Tey, sum eru í spæliliðnum í ár eru Eyð, Silja, Meinhard og Tórur úr 7. flokk.

Uppgávan hjá spæliliðnum er m.a. at læra tey yngstu børnini nýgg og gomul spøl, at fáa tey at røra seg og at læra børnini at vera saman sosialt.