25.10.2018

5. flokkur flettir

Fríggjadagin áðrenn heystferiuna fletti 5. flokkur tvey lomb í náttúru og tøkni, saman við Hannusi, Jákupi og Marin Elisabeth. Flettingin gekk væl, og næmingarnir hjálptu so hugagóðir - bæði við at tumma og taka innanúr krovinum. Vemburnar blivu vaskaðar eisini, og við tí hjálptu næmingarnir eisini.

Seinni í hesum skúlaárinum, fara børnini at skipa fyri einum hugnakvøldið saman við foreldrunum, har tey koma at borðreiða við ymiskum, sum tey hava gjørt burturúr øllum tí góða matinum.