29.10.2018

Skúlafótbóltur í Vági

Mikudagin 24. oktober fóru 5. og 6. flokkur saman við flokslærarunum til Vágs at luttaka í eini skúlafótbóltskapping, sum Vágs kommuna skipar fyri.

Kappingin varð spæld í Marghøllini og var fyri allar 6. flokkarnar í landinum. Smærri skúlar kundi eisini hava yngri næmingar við, og tí luttók okkara 5. flokkur saman við 6. flokki. Hendan dagin var luttakaratalið uml. 300.

Farið varð av Havnini kl. 8.30 við Smyrli, og tá ið vit komu suður á Tvøroyri, stóðu bussar klárir at koyra okkum til Vágs. Tað var eitt sindur illfýsið í veðrinum, men tað rullaði als ikki umborð.

Kappingin byrjaði kl. 11.00, og okkara næmingar spældu 5 dystir. Nokk so long bíðitíð var millum hvørjar dystir, og tískil vóru okkara leikarar ikki lidnir at spæla síðsta dyst fyrr enn umleið kl. 17.00. Tá høvdu vit vunnið tveir dystir, spælt ein javnan og tapt ein. Samlaða úrslitið rakk akkurát ikki til at sleppa at spæla finaluumfarið, sum verður í mei mánaða.

Øll, sum luttóku í kappingini sluppu eisini at svimja í Páls høll, um tey høvdu hug til tess, og umleið helvtin av okkara næmingum gjørdu tað.

Vit vóru aftur á Havnini kl. 21.00 um kvøldið, og tá stóðu foreldur fyri okkum at taka ímóti móðum men væl nøgdum næmingum. Ein góður og drúgvur dagur var komin at enda.