04.11.2018

Eingin skúlagongd týsdagin 6. novembur

Týsdagin 6. november 2018 skipa Nám og Mentamálaráðið fyri ráðstevnu í Norðurlandahúsinum. Evnið á ráðstevnuni verður "Tey 17 heimsmálini fyri burðardyggari menning - við atliti at fólkaræði og dannilsi".

Hugsanin við hesum evninum er at geva lærarum og leiðslum íblástur til arbeiðið við heimsmálunum í undirvísingini - við ymsum evnum og á ymsar hættir.

Orsaka av ráðstevnuni verður eingin skúlagongd hendan dagin.


Næmingarnir kunnu fara í frítíðarskúla frá kl. 07:45 - 17:00.