19.11.2018

8. flokkur á yrkisdegi í Havn

Hósdagin 15. nov. var 8. fl flokkur í Havn, har tey luttóku í einum tiltaki, ið Yrkisdepilin skipaði fyri. Vit vóru boðin suður at hoyra ymsar handverkarar siga frá sínum yrki, alt frá orsøkini til, at tey valdu júst tað starvið, hvussu lærutíðin gekk fyri seg við læru og skúla.

Eisini greiddu tey frá, hvussu tað var at starvast í júst teirra handverki, og lønarviðurskifti vóru umrødd. Fleiri teirra góvu góð ráð til okkara ungu. Tey høvdu eisini møguleika til at seta handverkarunum spurningar, og onkur nýtti tann møguleikan. Tiltakið var á Reinsarínum og í 5 øðrum hølum rundan um Reinsaríið. 

Tíð var at vitja jólabýin í SMS, ein stuttlig og hugnalig løta.