12.12.2018

Venjing til sjónleik 2018

Seinastu vikurnar hevur 5. flokkur vant sjónleik til jólahugnan, sum verður í annaðkvøld. Tey hava, umframt at vant í skúlatíð, eisini verið á venjingarlegu í Vík. Í seinastu viku, høvdu tey eina væl eydnaða frumframførslu fyri foreldrum og avvarandi. Nú eru tey spent at kunna vísa sjónleikin fyri bygdafólkunum, sum hava hug at koma til eina jólaliga hugnaløtu í annaðkvøld. Laila av Reyni hevur seymað kjólar til kongafamiljuna. Teir eru onki minni enn ordiliga kongaligir :) Takk fyri, Laila!