19.12.2018

Jólafest 2018

Í dag hava vit havt jólafest. Vit hava sungið, hoyrt jólaevangeliið, dansað um jólatræið og fingið pakkar frá jólamonnunum. Umframt hetta, søgdu Trygvi og Anna Rúna frá, hvussu tað var at halda jól í Kollafirði, tá tey vóru børn. Børn og vaksin lurtaðu væl eftir áhugaverdu hugleiðingunum og tøgnin kann "hoyrast" á filmsklippinum, sum sæst her
Okkurt av børnunum segði aftaná, at tað var gott, at tað var barn nú og ikki tá. 
Vit biðja tykkum orsaka vánaligu góðskuna á myndunum.