15.08.2018

Skúlatannlækni aftur í skúlanum

Síðsta skúlaár var eingin tannlækni starvsettur í Kollafirði, og tað hevði við sær, at børnini í Kollafirði máttu til Havnar, tá ið tey skuldu til tannlækna.

Skúlastýrið og leiðsla skúlans hava arbeitt við at fáa tannlæknan aftur í skúlan, og hesum ynski hevur Skúlatannlæknastovan nú gingið okkum á møti, og tað fegnast vit um!

Komandi skúlaárið er tannlæknin Berit Rasmussen Olsen sett at virka í skúlanum, og hesa fyrstu tíðina verður hon í skúlanum hvønn mikudag.

Berit byrjar beinanvegin, og vit ynskja henni vælkoman til okkara at arbeiða.