25.02.2019

SSP dagur hjá 7. og 8. flokki

Í dag, mánadagin, 25. februar hevur Óli Rubeksen, SSP-ráðgevi vitjað 7. og 8. flokk. Flokkarnir hava arbeitt í smáum bólkum við evnum, sum hava við tey ungu at gera. Í kvøld hevur SSP-ráðgevin fund við foreldrini um somu evni, sum tey ungu hava arbeitt við.

Tað er Erla, sum tekur sær av SSP-arbeiðinum í okkara skúla, og tað er eisini hon, sum tekur sær av foreldrafundum o.ø. í hesum sambandi.