04.03.2019

Føstulávintshald 2019

Í dag hevur verið føstulávintshald í skúlanum.

Byrja varð við føroyskum dansi í miðhøllini. Aftaná fóru øll niðan í ítróttarhøllini til tunnusláing, har hvør deid slóg tvær tunnur.
Kattakongar í yngstu deilg gjørdust Daniel og Aron. Í miðdeildini gjørdust Ró og Jógvan kattakongar og hjá teim elstu, vóru tað Silja og Jonn.


Síðani var tann árliga togtoganin.
Spenningurin var øgiligur og nógv stóð á teimum, sum luttóku. Úrslitini eru ikki klár í skrivandi løtu, so tey lata vit liggja fyribils;)


Ársins grýlur gjørdust Ronja úr 2. flokki, Fríður úr 4. flokki og Silja úr 7. flokki, men tá stemmurnar vóru taldar upp, var kappingin sera jøvn, men hesar høvdu munin.
Har vóru nógvar fittar, vakrar og stuttligar grýlur.


Áðrenn børnini fóru heim, fingu tey sunkist og sjokolátabollar, sum 8. flokkur hevði bakað saman við Onnu Rúnu.