23.04.2019

Fríkorter

Í góðveðrinum í dag var gott at vera úti í fríkorterinum. Genturnar royndi seg á sparkivøllinum. Hetta fríkorterið sluppu dreingirnir ikki á vøllin. Teir vóru áskoðarar og noyddust at sparka uttan fyri vøllin. Genturnar vístu, at tær duga at sparka og at hava tað stuttligt saman. Hannus, húsavørðurin hevur málað sirklar í skúlagarðin í páskafrítíðini. Her var eisini stuttligt at spæla. Vit eru heppin at eiga so gott umhvørvi kring skúlan.