13.05.2019

Ruddingardagur 10. mai

Fríggjadagin var ruddingardagur í kommununi. Skúlin luttók í ruddingini, og sigast má, at næmingarnir vóru sera raskir at rudda. Tað var av fagrasta veðri, so fortreytirnar at rudda vóru góðar. Tað var ikki so nógv órudd við skúlan og økinini uttanum, men í fjøruni var sera nógv rusk!

Ruddað var við skúlan og økjunum nærhendis, men eisini longri burtur. 7. flokkur ruddaði í fjøruni á Kjalnesi, meðan 8. flokkur ruddaði á Oyruni inni í Firði og við bátahylin í Signabø. Hendan ruddingin var skipað í samráð við Ringrás. Hetta ruskið verður býtt í bólkar og vigað. Hetta arbeiðið ger 8. flokkur í skúlanum. Næmingarnir hava vigað ruskið á Oyruni, og har funnu vit millum annað 1,5 kg av spreingileidningum, 13,5 kg av ymiskum reipi, yvir 100 kg av plasti, 3 kg av gummi og ymiskt annað burturkast. Ruskið úr fjøruni á Kjalsnesi og úr bátahylinum á Signabø verður talt upp og vigað í hesari vikuni.

Tá ið vit vóru liðug at rudda, fingu øll frukt frá skúlanum.