14.05.2019

Umhvørvisstuðul

Kollafjarðar skúli hevur fingið umhvørvisstuðul frá kommununi. Hetta eru vit sera glað fyri. Vit ætla at halda áfram við tí arbeiðinum, sum hevur verið væleydnað undanfarin ár. Vit fara at velta epli, sum vit hava gjørt í fleiri ár. Vit fara eisini at gera royndir við ymiskum øðrum vøkstri, bæði til matna og til prýðis. Her eru nakrar myndir, sum lýsa virksemið farnu árini. Hugagóðir næmingar í vøkrum umhvørvi.